NUF fingið nýggja nevnd

NUF FINGIÐ NÝGGJA NEVND

 

 

Á aðalfundi hjá Norrøna Ungmannafelagi Føroya í gjárkvøldi tann 25. februar varð nýggj nevnd vald.

 

Higartil hava Christoffur Gert Nielsen, Morten Stemre, Laura Apol, Erhard Petersen, Ása H. Christiansen mannað nevndina í NUF, umframt at Kári Joensen og Guðrið Poulsen hava verið tiltakslimir.

 

Á aðalfundinum stillaðu Christoffur og Morten uppaftur til nevndina, meðan Laura traðkaði til sum tiltakslimur.

 

Nýggja nevndin, sum varð vald á aðalfundinum, sær soleiðis út:

 

Christoffur Gert Nielsen, formaður

Morten Stemre, næstformaður

Barbara Gaardlykke Apol, skrivari

Finn Haraldson, kassameistari

Birgit Sivertsen, nevndarlimur

 

Tiltakslimir vóru vald: Laura Apol, Rannvá Dam í Baianstovu, Niels Johansen og Petrine Nólsoy Larsen.

 

Gjøgnum seinasta árið hevur nevndin í NUF arbeitt við at fáa eitt Ungdómsins Útnorðurráð sett á stovn. Ætlanin er, at hetta skal gerast veruleiki seinni í ár

 

Í tí sambandi var Kári P. Højgaard, limur í Útnorðurráðnum, og greiddi frá um samstarvið í Útnorði og hvønn týdning tað hevur. Eisini var Ásmundur Guðjónsson, stjóri í NORA, og greiddi frá um leiklutin hjá Føroyum í norðurlendska fiskivinnusamstarvinum á aðalfundinum.

 

Ætlanin er, at nýggja nevndin skal arbeiða víðari við at fáa sett Ungdómsins Útnorðurráð á stovn, umframt at áhaldandi arbeiða við seta fokus á norðurlendska mentan, náttúru, mál og søgu, og at styrkja og betra um samstarvið millum ung í teimum norðurlendsku londunum.

 

 

(Nevndin: frá vinstru: Finn Haraldson, Barbara Gaardlykke Apol, Christoffur Gert Nielsen, Birgit Sivertsen, Morten Stemre).

 

Norrøna Ungmannafelag Føroya, Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn, tlf.: +298 267 262, nuf.norden.fo@gmail.com