Um NUF

UM NUF

 

 

Norrøna Ungmannafelag Føroya (NUF) er ein non-profit felagsskapur, sum merkir at eingin, sum situr í nevndini fær løn fyri arbeiði, sum tey gera, og at felagið ikki arbeiður fyri vinning. Alt arbeiðið hjá NUF er tí sjálvboðið og gjørt av fólki, sum brenna fyri norðurlendska samstarvinum. NUF er limur í FUR, Føroya Ungdómsráð.

 

NUF er eisini ein politiskt og átrúnaðarliga óheftur felagsskapur. Vit hava fimm systurfeløg í hinum Norðurlondunum, ið vit samstarva við. Øll fimm eru partur av okkara paraply-felagi, Föreningarna Nordens Ungdomsförbund (FNUF). Endamálið hjá NUF er millum annað, at seta fokus á norðurlendska mentan, náttúru, mál og søgu, men eisini á tað at styrkja og betra samstarvið millum ung í teimum norðurlendsku londunum.

 

Hetta skal fremjast í verki við at skipa fyri ymsum norðurlendskum tiltøkum, sum t.d. Föreningarna Nordens Ungdomsförbund skipar fyri, eins væl og tiltøk kring Norðurlond, men eisini við at hava tiltøk fyri ung fólk í Føroyum.

 

Tiltøkini kunnu til dømis snúgva seg um at uppliva ella læra um alt frá heitum keldum í Íslandi, svenskum metaltónleiki, norsk fjøll, at fara við hundasledu kring innlandsísin í Grønlandi, ella um vikinga mentan og hvar vit koma frá.

 

 

NUF hevur longu nú haft nógv virksemi!

Sjálvt um NUF bleiv stovnað 8. februar 2014, hava vit longu nú gjørt nógv og fingið nógv burturúr. Vit hava eitt gott forhold til okkara móðurfelag, Norrøna Felagið, har vit hava ein eygleiðarasess í nevndini, og sum vit deila bústað við.

 

Vit hava verið á fundi við mentamálaráðhárran, Bjørn Kalsø, har vit greiddu frá okkara virksemi í NUF og hví okkara arbeiði er so tydningarmikið fyri Føroyar.

 

Vit hava havt eitt tiltak saman við Meginfelag Føroyskra Studenta, sum snýr seg um nýggju Master útbúgvingina, Nordic Master, á Fróðskaparsetrinum, sum setrið skipar fyri saman við fýra øðrum universitetum í norðurlondum. Útbúgvingin verður væntandi útbjóðað í 2015. Umframt fyrilestrar um útbúgvingina, høvdu vit fyrilestur um hvussu vit fáa aðrar norðurlendingar at lesa á Setrinum, og hvussu Setrið ætlar seg at menna seg í framtíðini.

 

Vit hava eisini havt eitt spennandi tiltak í Posthúskjallaranum í Tórshavn á føroyska flaggdegnum, har vit bjóðaðu kaffustovu-hugna og fyrilestur við Jógvan Arge um Merkið. Tað var ordiliga hugnaligt við nógvum fólkum.

 

1. mai luttóku vit á einum tiltaki hjá Nordiska folkhögskolan, har vit greiddu frá virksemi hjá NUF. Fólk hildu tað var ræðuliga spennandi, og ynskja at vit endurtaka succésina.

 

5. apríl 2014 vóru Laura Apol og Erhard Petersen í Helsinki fyri at melda NUF inn í Föreningarna Nordens Ungdomsförbund (FNUF). Tey hava fund tvær ferðir um árið, vár og heyst, sum NUF, sum limur kann senda tveir nevndarlimir til. Har tosaðu vit um komandi tiltøk í norðurlondum, hvar vit skulu hava vár og heystfundir næstuferð, hvar ein skal hava Café Norden, hvør hevur søkt pengar ígjøgnum Projektpool, og hvør fær pengar, eins og vit vakdu umboð til Ungdóms Norrønaráðnum.

 

Samstundis sum Laura Apol og Erhard Petersen vóru í Helsinki, var nevndarlimurin Christoffur Gert Nielsen í Reykjavík í Íslandi til spennandi og mennandi seminar um ung í Norðurlondum, sum var fyriskipað av Norðurlendska ráðharraráðnum.

 

Hvørjaferð limafeløgini í FNUF hava aðalfund ella landsfund, blíva øll hini limafeløgini í FNUF bjóða við. Longu í mars 2014 høvdu vit tveir nevndarlimir hjá okkum við á landsfundinum hjá FNU Danmark. Tað var væleydnað og teir lærdu nógv um hvussu ein arbeiður í Danmark, tá tað snýr seg um norðurlendsk virksemi.

 

Á Norska tjóðardegnum luttóku vit á Norskt-føroyskt felagnumsa tiltak í Norðurlandahúsunum. Tað var ræðuliga hugnaligt við einum fyrilestri um norsku grundlógina. Í 1814 fingu normenn sína egnu grundlóg, eftir at hava verið undir Danmark í hundraðtals ár. Í ár eru tað 200 ár síðani.

 

Á mentanarnáttini vóru NUF og Norrøna Felagið saman á Lútzenstrøð, har vit høvdu eitt tiltak í sambandi við Mentunarnáttina. Av tí, at Mentanarnáttin fall saman við Svenska tjóðardegnum varð borðreitt við svenska rættinum, Freistingum Jansons. Har var eisini svenski Nordjobbarin á vitjan.

 

 

Nordjobb aftur til Føroya

Í summar blivu vit í NUF samd um at taka Nordjobb aftur til Føroyar, sum indtil nú hevur verið skipað frá Danmark. Tað er ikki lætt arbeiði, men tað er mennandi, avbjóðandi og spennandi arbeiði, sum vit meta verður gott í framtíðini og nakað føroyskar fyritøkur, føroyingar og føroyska samfelagið sum heild, kann fáa nógv burturúr.

 

Ì NUF arbeiða vit allatíð uppá okkurt nýtt og spennandi, sum tú altíð er vælkomin til at vera ein partur av, so kom við, lær og uppliv nakað nýtt!

 

 

Norrøna Ungmannafelag Føroya, Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn, tlf.: +298 267 262, nuf.norden.fo@gmail.com