Ungdóms Norrønaráðið (UNR)

UNGDÓMS NORRØNARÁÐIÐ

 

 

 

 

 

 

 

Ungdóms Norrønaráðið (UNR) er tann partapolitiski parturin av norðurlendska ungdómssamstarvinum. Í UNR hittast ungdómspolitikarar fyri at tosa politikk, og blíva betri til at varpa sínar meiningar og kjakast. Tað er somuleiðis har ein fær norrøn sambond, gevur hvør øðrum hugskot, og er við til at seta hugsjónir ungdómsins á daggskránna í Norronaráðnum.

 

NUF hevur eygleiðarastøðu á UNR, og hevur tí rætt til at tosa og seta fram hugskot, ið hini skulu taka støðu til.

 

FNUF hevur fastan eygleiðarasess í formannsskapinum, og hevur tí rætt til at tosa har, men FNUF er, eins og NUF, partapolitiskt óheft. Tað merkir at tey seks limafeløgini, saman við NUF, hava møguleika til at stilla ein persón upp sum skal vera umboð fyri FNUF í UNR, og uppá tann mátan vera við til at broyta Norðurlond politiskt.

 

UNR er eisini á Facebook!

 

Norrøna Ungmannafelag Føroya, Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn, tlf.: +298 267 262, nuf.norden.fo@gmail.com