Nordsnakk

NORDSNAKK

 

 

Visti tú at norðurlond hava sítt egna mál, sum bara fólk úr norðurlondum skilja? Tað kallast fyri "blandinaviskt" og er ein blanding av svenskum, norskum og donskum. Føroyingar duga tað longu væl, tí gøtudanskt minnir nokkso nógv um hetta málið. Tosar tú blandinaviskt kann tú altíð samskifta við t.d. ein svia, finna ella normann!

 

Nordsnakk

Nordsnakk er eitt amboð fyri hjá teimum, sum ynskja at læra og blíva betri til skandinaviskt. Á heimasíðuni hjá Nordsnakk finnur tú millum annað ein lista yvir løgin samanfall, orðalistar og goð ráð um hvussu tú skal gera tá tú skal tosar við onnur úr Skandinavia.

 

Nordsnakk er eisini eitt netværk, har ein kann venja við hvør øðrum yvir Skype ella Facebook. Ein bólkur av Nordsnakk limum hittist ofta og tosar saman, sum oftast um eitt ávíst evni, fyri á tann hátt at bllíva betri til fleiri skandinavisk mál uttan at skula ferðast. Hetta kann tú sum dugir málið brúka til at halda málið við líka, og tú sum ikki dugir tað so væl enn, kann blíva betri til tað! Tað er ein stuttligur og øðrvísi háttur at læra mál :-)

 

Les meira um Nordsnakk á teirra heimasíðu.

Nordsnakk er eisini á Facebook!

 

Norrøna Ungmannafelag Føroya, Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn, tlf.: +298 267 262, nuf.norden.fo@gmail.com