Nordkurs

NORDKURS

 

 

Lesur tú á einum norðurlendskum universiteti, kann tú menna málsligu førleikarnar hjá tær, við at fara á eitt summarskeið í norðurlendskum máli og bókmentum í einum øðrum norðurlendskum landi.

 

  • Tú fær stuðul til skeið-, ferða- og bústaðakostna.
  • Tú fær tilboð um bústað meðan tú er á skeiðinum. Kostnaður rindast á skeiðinum, og verður rindað via studningin tú fær.
  • Tú kann fáa upp til 10 ECTS. Tú kann spyrja tín altjóða vegleiðara á tínum lestrarstaði, ella skriva til Altjóða Skrivstovuna, ASK.

 

Les meira um Nordkurs á teirra heimasíðu.

 

Norrøna Ungmannafelag Føroya, Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn, tlf.: +298 267 262, nuf.norden.fo@gmail.com