Nordjobb

 

Norrøna Ungmannafelag Føroya, Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn, tlf.: +298 267 262, nuf.norden.fo@gmail.com

Hug til at arbeiða í einum øðrum norðurlandi í eitt summar?

 

Nordjobb gevur tær møguleikan at royna at arbeiða í norðurlondum. Verkætlanin hevur verið til síðani 1985, og hevur givið ungum fólkum millum 18 og 28 ár møguleikan til at uppliva eitt norðurlendskt land um summarið øll hesi árini. Tú fær bæði starv, bústað og frítíðarmøguleikar gjøgnum Nordjobb.

 

Verkætlanin er við til at undirbyggja, at norðurlendski arbeiðsmarknaðurin gerst meira fjøltáttaður og samanbundin, og er við til at skumpa undir hugin at flyta um landamørk í norðurlondum at arbeiða. Harumframt hjálpir Nordjobb, um ein vil læra um mentan og mál hjá hvør øðrum.

 

Tú kanst søkja eitt nordjobb um tú er

  • Statsborgari í einum EU-landi eller norðurlandi
  • 18-28 ár
  • dugir eitt skandinavisk mál (danskt, svenskt ella norskt)

 

Hvat kann Nordjobb gera fyri teg?

  • Vit kunnu finna eitt summarstarv til tín í einum øðrum norðurlendskum landi ella sjálvstýrandi øki
  • Finna eitt stað til teg at búgva, har sum tú skal arbeiða
  • Geva tær spennandi og mennandi frítíðar- og mentanarupplivingar, meðan tú er har

 

At ferðast við Nordjobb krevur ikki eina útbúgving ella vinnulívsroyndir, men tað kann vera ein fyrimunur at hava - eitt nordjobb er eitt ordiligt starv, og tað er arbeiðsgevarin, sum ger av hvør fær starvið. Tú fær løn og rindar skatt í landinum sum tú arbeiðir í (eftir galdandi lóggávu), og tú betalir sjálv/ur ferðakostnaðin og húsaleigu.

 

Nordjobb er eisini á Facebook.

Til arbeiðsgevarin í Føroyum:

Norðurlensk arbeiðsmegi í summar/heyst?

 

Vit á Nordjobb hava sera nógv norðurlensk ung, ið eru áhugað at royna seg í føroysku vinnuni. Tey, ið søkja Nordjobb, eru millum 18-28 ár og koma úr øllum Norðurlondum.

 

Vit fáa íalt uml. 10.000 umsóknir til Nordjobb hvørt ár. Øll, ið søkja Nordjobb, duga eitt av skandinavisku málunum: danskt, svenskt ella norskt.

 

Vit kunnu serliga bjóða tykkum fólk, ið eru sinnað at arbeiða í tíðarskeiðinum apríl - september, men fólk søkja alt árið til nordjobb.

 

Nordjobb skipar fyri tiltøkum fyri Nordjobbaranum í frítíðini, søkir um p-tal og er til taks hjá bæði Nordjobb’ara og arbeiðsgevara í tíðarskeiðinum. Eisini er tað okkara uppgáva at finna teimum bústað.

 

Nordjobb felagskapurin fær stuðul frá Nordiskt Ministerråd, tí er tað kostnaðarleyst at vera við í skipanini. Løn fyri arbeiði hjá Nordjobb’arinum, verður goldið beinleiðis til Nordjobb’aran, og ikki til okkum.

 

Áhugin, fyri at fáa arbeiði í Føroyum í ár, er stórur. Vónandi er hetta eitt tilboð, tit vilja taka av. Vilja tit taka ímóti einum NordJobb’ara, ella hava tit spurningar, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Erhard Petersen, sum er ummboðandi Nordjobb í Føroyum.

ERHARD PETERSEN

Kontaktpersónur fyri Nordjobb í Føroyum

 

Tlf.: +298 221999, erhardpetersen@gmail.com