Grunnar og stuðul

GRUNNAR OG STUÐUL

 

 

Um tú gongur runt og brennur fyri eini verkætlan, ella hevur eitt spennandi hugskot, er tað nógva staðni tú kanst søkja um stuðul. Her eru nakrir av teimum møguleikunum, sum tú hevur, um tú vil gera títt hugskot til veruleika.

 

FNUF’s Projektpool

Föreningarna Nordens Ungdomsförbund hevur nakað sum eitur "Projektpool", sum gevur stuðul til verkætlanir í sambandi við NUF arbeiði. So um tú hevur eitt hugskot ella eina spennandi verkætlan sum er í sambandi við norðurlendskt samstarv, mentan ella eitt mennandi tiltak, so sig okkum frá, og so kunnu vit kanska hjálpa tær á rætta leið.

 

Nordisk Kulturfond

Nordisk Kulturfond stuðlar verkætlanum, sum tematisera og menna tað norðurlendska mentunarsamstarvið, við tí kravi at norðurlendski parturin er ein stórur partur av verkætlanini. Grunnurin stuðlar verkætlanum, sum í minsta lagi involvera trý norðurlond (Føroyar, Íslandi, Grønlandi, Norra, Svøriki, Ålandi, Finnlandi og Danmark).

 

Nordplus

Nordplus gevur stuðul til útveksling av undirvísarum, nærmingum, lesandi og skeiðslesandi, eins væl og til netverks- og verætlanarsamstørv millum stovnar og aktørar innan undirvísingarøkið í Norðurlondum og teimum baltisku londunum. Endamálið er at varðveita sambandið millim londini og styrkja menningina og dygdina innan fyri útbúgvingarøkið.

 

NORDBUK

Nordisk Barna- og Ungdómskomiteinsa (NORDBUK) barna- og ungdómsverkætlan, snýr seg um at styrkja norðurlendska samleika. Tað gera tey millum annað við at stuðla børnum og ungum í at luttaka á mentunarligu, politiskum og sosialum tiltøkum í Norðurlondum.

 

Nordisk Højskolestipendium

Føroyskir nærmingar kunnu søkja um Norðurlendskt Háskúlastipendium til uppihald á einum háskúla í einum øðrum norðurlendskum landi. Tó kann ein ikki søkja um hetta, um ein skal á háskúla í Danmark, sum føroyingur.

 

 

 

 

Norrøna Ungmannafelag Føroya, Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn, tlf.: +298 267 262, nuf.norden.fo@gmail.com