Útnorðurráðið

ÚTNORÐURRÁÐIÐ

 

 

 

 

 

Útnorðurráðið er eitt Tingmannaráð, ið tey trý londini í útnyrðingshorninum av Norðuratlanshavinum Føroyar, Ísland og Grønland eru limir í.

 

Føroya Løgting, Íslendska Altingið og Grønlendska Landstingið velja 6 umboð hvør til Útnorúrráðið, t.v.s. 18 limir íalt. Limirnir vera valdir eftir partapolitiskum lutfalli, ella sambært galdandi reglur, ið limalandið annars hevur.

 

Ársfundurin er hægsti myndugleiki Ráðsins, meðan vanliga arbeiðið verður skipað og útint av formansskapinum. Í formansskapinum eru ein limur úr hvørjum landi skipaðir við formanni og tveimum næstformonnum. Formanskapurin skiftir á hvørjum ári.

 

Virksemi Ráðsins verður framt við tilráðingum, sum verða sendar tingunum í limalondunum. Tá hesar eru samtyktar, verða tær lagdar til viðkomandi landsstýrismann at seta í verk.

 

Í 1999 avgørdi ráðið, at upprætta eina bókmentavirðisløn, sum skuldi latast einari bók úr einum av teimum trimum londunum í Útnorði, sum er skrivað til børn og/ella ung. Henda bókmentavirðisløn er á 60.000 kr. og varð fyrstu ferð latin í august 2002. Virðislønin verður latin annað hvørt ár og verður nevnd: Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.

 

Endamálið hjá Útnorðurráðnum er:

 

  • at samstarva um áhugamálini hjá londunum í útnorðri
  • Saman at varða av tingfeingi og menan í londunum í útnorðri, hjálpa til at menna áhugamál í útnorðri um stjórnir og landsstýri, ikki minst, tá ið álvarsom mál stinga seg upp um, hvussu tilfeingið skal verða skipað, dálkan o.a.
  • Fremja samstarv hjá stjórnum og landsstýrum í útnorðri.
  • At arbeiða saman við Norðurlandaráðnum og vera millumliður í áhugamálum hjá londunum í útnorðri í norðurlendskum samstarvi.
  • Vera millumliður at røkja tingsamstarv

 

Føroyska Sendinevndin

Føroyska sendinevndin í Útnorðurráðnum verður vald av Føroya løgtingi.

 

Bill Justinussen, formaður, Miðflokkurin

 

Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin

 

Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin

 

Gunvør Balle, Tjóðveldi

 

Henrik Old, Javnaðarflokkurin

 

Kári Páll Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin

 

Varaumboð:

Rodmundur Nielsen, Janus Rein, Alfred Olsen, Rigmor Dam, Kristina Háfoss, Jenis av Rana.

(Kelda: Fo.Wiki og Vestnordisk.is)

 

Ungdóms Útnorðurráð

Enn er einki Ungdóms Útnorðurráð, men nógv bendir á at tað er ávegis. Vit vilja arbeiða fyri at tað gerst veruleiki. Vit í NUF meta at tað er týdningarmikið fyri Føroyar og føroysk ung, tí vit hava nógv felags áhugamál við Grønland og Ísland, og kunnu læra nógv hvør av øðrum.

 

Les meira um Útnorðurráðið á teirra heimasíðu.

 

 

 

 

Norrøna Ungmannafelag Føroya, Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn, tlf.: +298 267 262, nuf.norden.fo@gmail.com