Lóg fyri NUF

 

LÓGIR FELAGSINS

 

 

 

ENDAMÁL

§1

Stk. 1 Norrøna Ungmannafelag Føroya er landsumfatandi føroyskur felagsskapur fyri norrønt samstarv, og hevur til endamáls á øllum økjum at styrkja og menna samvirki teirra norrønu ungu inneftir og úteftir, innanlands og í øllum Norðurlondum.

 

Stk. 2 Norrøna Ungmannafelag Føroya er óheft partapolitiskt.

 

 

§2

Norrønir samstarvsfelagir: Virksemið NUF’s fer fram í samstarvi við teimum líknandi ungmannafeløgunum í hinum Norðurlondunum. Feløgini mynda saman Föreningarna Nordens Ungdomsförbund, FNUF.

 

 

LIMASKAPUR

§ 3

Stk. 1 Limur kann verða ein og hvør, ið er undir 30 ára aldur, ið heldur seg til endamál felagsins. Eftir 30 ára aldur, gerst limurin av sær sjálvum stuðulslimur í felagnum.

 

Stk. 2 Limur í NUF hevur rætt til at fáa kunning um og luttaka í øllum virksemi NUF’s, umframt at luttaka á skeiðum og ráðstevnum.

 

Stk. 3 Sum stuðulslimur hevur tú rættin at luttaka á tiltøkum NUF’s, umframt at luttaka og røða á landsfundinum, men tú hevur sum stuðulslimur ikki atkvøðurætt ella uppstillingarrætt.

 

Stk. 4 Limur, ið skaðar virksemi NUF’s kann útihýsast úr felagnum. Til tað krevst, at landsnevndin ger tilmæli til fyrstkomandi landsfund, sum við ¾ meiriluta kann fremja útihýsingina. Møguleiki er tó eisini at útihýsa limum við at kalla saman til eykalandsfund.

 

 

LIMAGJALD

§ 4

Limaskapur í NUF er treytaður av árligum limagjaldi. Limagjaldið verður ásett á landsfundinum og má í minsta lagi vera kr. 100.

 

 

LANDSFUNDUR

§ 5

Stk. 1 Ovasti myndugleiki NUF’s er landsfundurin. Ímillum landsfundirnir er landsnevndin ovasti myndugleiki.

 

Stk. 2 Landsfundurin verður hildin einaferð um ár í 1. ársfjórðingi, og verður lýstur alment í minsta lagið 14 dagar framanundan. Tað áliggur nevndini at kunna allar limirnar um hetta.

 

Stk. 3 Allir landsfundir eru viðtøkuførir, uttan mun til talið av møttu.

 

 

§ 6

Stk. 1 Uppskot, ið ynskjast viðgjørd á landsfundinum, skulu vera innsend í seinasta lagið 7 dagar áðrenn Landsfundin.

 

Stk. 2 Einans limir í NUF kunnu stilla upp ella atkvøða á Landsfundinum.

 

Stk. 3 Atkvøðast kann einans við persónligari hjáveru ella við undirskrivaðari atkvøðu fyri uppstillaðum valevni til Landsfundin.

 

Stk. 4 Eykalandsfundur verður hildin, tá ið Landnevndin krevur tað, ella um 1/3 av limum felagsins skrivliga biðja um slíkan.

 

 

§7

stk. 1 Skrá fyri hevdbundnan Landsfund: 1. Val av orðstýrara, 2. Formansfrágreiðing, 3. Framløga og góðkenning av roknskapi, 4. Ásetan av limagjaldi, 5. Uppskot frá Landsnevndini, 6. Uppskot frá limum NUF’s, 7. Val av formanni, 8. Val av 4 nevndarlimum, 9. Val av minst 2 tiltakslimum, 10. Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara, 11. Ymist

 

Stk. 2 Um javnt er í atkvøðum til val av landsnevnd, verður umval ímillum teir limir, ið hava fingið flestar atkvøður. Um enn stendur á jøvnum verður avgjørt við lutakasti.

 

 

LANDSNEVNDIN

§8

Stk. 1 Landsnevndin skipar seg við kassameistara, næstformanni og skrivara.

 

Stk. 2 Fráfellur limur í landsnevndini, skipar landsnevndin seg av nýggjum.

 

Stk. 3 Landsnevndin verður vald á Landsfundinum eftir innstillan frá limum felagsins.

 

Stk. 4 Landsnevndin verður vald á hvørjum ári, og situr í eitt ár.

 

Stk. 5 Landnevndarfundir eru opnir fyri øllum limum NUFs, har vanligu limir felagsins hava eygleiðarastøðu.

 

Stk. 6 Landsnevndin hevur ábyrgdina av dagliga virksemi felagsins, og stendur til svars fyri Landsfundinum.

 

Stk. 7 Avgerðir landsnevndarinnar fáast við vanligum meirilutan. Stendur á jøvnum, er avgerð formansins endalig.

 

Stk. 8 Landsnevndin ábyrgdar fyri dagliga virksemi fyri landsfundinum. Landsnevndin er viðtøkufør um 3 landsnevndarlimir eru til staðar.

 

Stk. 9 Um landsnevndarlimur fær forfall, traðkar tiltakslimur til.

 

Stk. 10 Tiltakslimur hevur rætt at møta til allar landsnevndarfundir og hevur røðurætt, men ikki atkvøðurætt – tó undantikið um hann ella hon eru avloysarar fyri fastan lim í landsnevndini.

 

Stk. 11 Landsnevndin hevur møguleika at útveita uppgávur til vanligar limir í NUF, hetta kann gerast við at seta á stovn virkisnevndir. Tó hevur landsnevndin ábyrgdina av hesum, og ásetur harvið leiðreglurnar fyri hesar.

 

Stk. 12 Viðkomandi avgerðir á landsnevndarfundum kunngerast við tíðindarbrøvum til limirnar ella umvegis sosialu miðlar NUF’s og heimasíðu.

 

 

VIÐTØKUBROYTINGAR

§ 9

Til broytingar í viðtøkunum krevst minst ⅔ meiriluti millum møttu við atkvøðurætti á Landsfundinum.

 

§ 10

Broytingaruppskot skulu vera landsnevndini í hendi í minsta lagi 7 dagar áðrenn landsfundin.

 

 

PENINGAVIÐURSKIFTI

§ 11

Kassameistarin hevur ábyrgdina av, at grannskoðaði roknskapurin er klárur til framløgu á landsfundinum.

 

 

§ 12

Roknskaparárið er kalendaraárið, 1. januar til 31. desember.

 

 

ÁBYRGD

§ 13

Norrøna Ungmannafelag Føroya setir seg fíggjarliga ikki fyri meira enn felagið eigur á bók.

 

§ 14

Felagið ábyrgdast fíggjarliga fyri tað, sum landsnevndin tekist við.

 

 

§ 15

Formaðurin og kassameistarin tekna felagið í fíggjarligum virksemi.

 

 

ÍVERKSETAN

§ 16

Hesar viðtøkur eru viðtiknar 8. februar 2014, og setast í verk eftir landsfundarlok.

 

AVTØKA

§ 17

Felagið kann einans avtakast, tá ið limatalið er undir 5, og tá ið tað er viðtikið av einum landsfundi av minst ⅔ av møttu limunum.

 

 

§18

Stk. 1 Fíggjarviðurskifti felagsins verða síðani varveitt av Norrøna Felagnum í Føroyum.

Stk. 2 Um/tá ið NUF verður endurstovnað, fer peningurin til felagið aftur.

 

Norrøna Ungmannafelag Føroya, Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn, tlf.: +298 267 262, nuf.norden.fo@gmail.com